Innanlands

Eigarafelag krevur at arbeiði við umlættingar- og rehabiliteringsdepil verður steðgað

Eigarafelagið Hoyvíkshædd sigur at Tórshavnar býráð hevur givið eigarafelagnum mangufullar og beinleiðis skeivar upplýsingar um arbeiðið við URD

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-07-11 12:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eigarafelagið Hoyvíkshædd krevur at arbeiðið við umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD á Hoyvíkshædd, verður steðgað alt fyri eitt. Tað skrivar Eigarafelagið í skrivi til fjølmiðlarnar.

- Vit vóru í gjárkvøldi kunnað um, at týðandi upplýsingar um verkætlanina, sum vit hava fingið á fleiri fundum í býráðnum, eru mangulfullir og í fleiri førum beinleiðis skeivir!

Felagið skrivar, at síðani í apríl í fjør, tá tey hoyrdu um ætlanina, hava tey við áhuga víst vælvild, men tað vísir seg, at umsitingin og býráðspolitikarar ikki hava verið reiðilig. Teirra kensla er, at tey í samskiftinum eru meiri villeidd enn kunnað.

- Vit hava roynt at fáa tekningar, har hæddin á bygninginum verður týðiliga endurgivin. Í hesum sambandi er planeringskotan av stórum týdningin, og tað sær út til, at júst hendan er afturhildin. Á útflýggjaðu tekningunum, sum vit hava fingið hendur á - aftaná, at vit máttu krevja at fáa hesar útflýggjaðar, síggja vit eina planeringskotu, sum IKKI er í tráð við tað, sum bleiv upplýst, tá býráðið var boðið inn til aðalfundin hjá eigarafelagnum at kunna um ætlanina.

- Okkum kunnugt er einki byggiloyvi givið enn, men kortini verður byrjað at grava og at rigga til at spreingja fyri einum stórum stovni. Hetta meta vit ikki er rætt yvirhøvur, og hóast byggilógin umrøður møguleikan at býta byggiloyvið upp, so má nøktandi heild vera í, áðrenn sprongt verður fyri tí bygningi, sum koma skal, men sum ikki enn er komin so langt, at byggiloyvi er, ella kann verða, givið.

- Okkum kunnugt gongur arbeiðið fyri seg á einum stórum felagsmatrikli, matr.nr. 135fe, tvs. at lendið til depilin ikki er frábýtt enn. Harvið er t.d. víddin á grundøkinum, sum grivið verður í, ikki staðfest enn, og tá ber ikki til at meta um byggistig v.m. Hartil er talan um matrikul, sum lutvíst skal verða fríøki sambært byggisamtyktini, ið býráðið júst hevur samtykt. Eisini hetta sigur okkum, at her verður farið ov skjótt fram og at grundarlagið er ov ógreitt.

Eigarafelagið Hoyvíkshædd metir, at tað harafturat er óheppið, at arbeiðið fer í gongd í hægstu feriutíð, og lyklapersónar í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu eru í feriu, meðan børnini í grannalagnum ganga heima, meðan bori- og spreingiarbeiðið fer í gongd.

- Nú jørðarbeiðið er farið í gongd undir skeivum fortreytum, heita vit á umsitingina og politikararnar í Tórshavnar kommunu um 1) at steðga arbeiðinum alt fyri eitt, og 2) at hava lovaða borgarafundin, har neyvari upplýsingar um byggingina, verða lagdir fram til borgararnar á Hoyvíkshædd at taka støðu til, til frama fyri trivnaðin hjá brúkarunum á URD og grannalagnum á Hoyvíkshædd, áðrenn nakað arbeiði við URD verður byrjað/uppafturtikið, skrivar Eigarafelagið Hoyvíkshædd at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder