
Røktarstarvsfólkini eru heimahjálparar, heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðilesandi. Longdin á útbúgvingini hjá sjúkrarøktarfrøðingum er 42 mánaðir, meðan heilsurøktarar hava eina útbúgving á 22 mánaðir og heilsuhjálparar á 15 mánaðir. Heimahjálparar eru ófaklærdir.
Talið á heimahjálparum er vaksið í árunum 2016 til 2024, meðan talið á heilsurøktarum, heilsuhjálparum og sjúkrarøktarfrøðingum nærum hevur staðið í stað.
Í 2016 taldu heimahjálparar sløk 200 ársverk, meðan tey í 2024 vóru nærum 350 ársverk. Meðan heilsuhjálparar og heilsurøktarar eru útbúgvin innan røkt, eru heimahjálpararnir ikki útbúnir innan økið. Gongdin seinastu árini hevur sostatt verið, at ein alsamt størri partur av røktarstarvsfólkunum ikki eru útbúgvin til at røkja uppgávuna.
Býtið millum ymsu sløgini av røktarstarvsfólkunum er ymisk fyri eldrasamstørvini. Ein stórur partur av starvsfólkunum í Suðuroynni er útlærdur sum heilsurøktari samanborið við restina av landinum, bæði í 2016 og 2024.
Í restini av landinum er lutfalsligi parturin av røktarstarvsfólkunum, sum eru heimahjálparar, øktur í 2024 samanborið við í 2016. Henda gongdin bendir á, at tað er trupult at útvega heilsuhjálparar og heilsurøktarar, og orsøkirnar kunnu vera fleiri; eitt nú staðseting av útbúgvingini, lønarviðurskifti, arbeiðstreytir ella annað.
Búskaparráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald