2023-08-30 08:12
Ein bilførari í høvuðsstaðnum bleiv í nátt tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Tað var beint fyri klokkan tvey í nátt, at bilurin varð steðgaður, og vísti tað seg, at førarin var sjónliga ávirkaður.
Men ikki nokk við tí, so fær hann eisini eina bót fyri at koyra í frádømingartíðini. Viðkomandi hevur nevniliga mist koyrikortið.
Eitt er at koyra uttan koyrikort, men at koyra í frádømingartíðini gevur eina harðari revsing, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald