
Málið um at broyta lógina fyri Íleggingargrunnin - tað vil siga tøma hann - kom ígjøgnum við aðru viðgerð stutt eftir klokkan 12.
Tær 700 milliónir krónurnar í grunninum, ið danir lótu Føroyum 1. januar, skulu brúkast til Vága floghavn og Suðuroyartunnilin sum rentu- og avdráttarfrí lán: 350 milliónir krónur til flogvøllin og 350 milliónir krónur til tunnilin.
Tað var nakað av viðgerð, har nógv var sjabbast aftur og fram millum serliga Sambands- og Tjóðveldisumboð um danskkar pengar.
Tað kann í øllum førum verða umráðandi at fáa pening til vega til Suðuroyartunnilin. Spurnartekin eru seinastu tíðina reist um risastóru verkætlanina.
Sí eisini: Gera Smyril so dýran sum møguligt og Suðuroyartunnilin so bíligan sum møguligt
Í dag skal "fyrsti partur" av hesum ígjøgnum í løgtinginum. Í uppskotinum hjá løgmanni snýr tað seg ikki siga ja til at bora beint nú, men avgerð um nógv umrøddu linjuføringina er við.
Sí eisini: Meiriluti fyri linjuføringini til Djúpadal
Sí eisini: Suðuroyartunnilin fyri á tingi í dag
Uppskotið skuldi til 2. viðgerð í gjár, men tá klokkan var farin av 22 sleit Bjørt Samuelsen tingfundin. Nøkur mál vóru enn eftir, og klokkan var heldur nógv. Hetta merkir millum annað, at tíðin millum 2. viðgerð og 3. viðgerð verður væl longri, um málið kemur ígøgnum við 2. viðgerð.
Sum væntað er stórur áhugi fyri at røða og at koma við viðmerkingum í dag. Fyrst á tingsins røðarapalli var Eyðgunn Samuelsen. Hon er forkvinna í fíggjarnevndini, sum kom við álitinum seint mánakvøldið.
Røðaralistin ein minutt eftir at Bjørt Samuelsen setti gongd í málið (Skíggjamynd: logting.fo)
Allir limirnir í nevndini skulu røða næstu løtuna. Ein meiriluti í fíggjarnevndini við Eyðgunn Samuelsen og Bjarna Hammer úr Javnaðarflokkinum, Dennis Holm úr Tjóðveldi, Honnu Jensen úr Framsókn, Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, mælir til at fara víðari við arbeiðinum í sambandi við Suðuroyartunnilin.
Samgongulimurin Liljan Weihe (Tjóðveldi) ætlar ikki at atkvøða fyri vegna millum annað ov nógvar óvissur. Sólvit Nolsø úr Framsókn er eisini ivasamur.
Til ber at fylgja við HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald