
Nú klokkan 10 verður tingfundur, har tey trý málini, sum tey ikki náddu at viðgera í gjárkvøldið, verða á skránni.
Talan er í øllum førum um aðru viðgerðir, har atkvøðast skal um málini. Fyrsta málið er ein broyting í sjófeingislógini, sum snýr seg um at leingja gildistíðina á fiskirættindunum.
Síðan kemur eitt mál, sum hevur tilknýti til Suðuroyartunnilin. Tað snýr seg um at broyta lógina um Íleggingargrunnin fyri Føroyar, hvørs veruliga navn er Investeringsfonden for Færøerne.
Málið snýr seg um attaka fæið grunnin, so 350 milliónir krónur verða latnar Pf. Vága Floghavn sum lán til at byggja út fyri, og Pf. Suðuroyartunnlinum 350 milliónir sum rentufrítt lán, ið skal gjaldast aftur um 30 ár. Lánið til Vága Floghavn verður eisini rentufrítt og skal rindast aftur um 10 ár.
Triðja mál á skránni er so málið um at geva Pf. Suðuroyartunnlinum heimild til at fara í gongd við fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin. Uppi í málinum verður linjuføringin eisini staðfest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald