
Bjørt Samuelsen helt, at nú var liðið so langt út á kvøldið, at tað var vónleyst at fara í gongd við at viðgera eitt so stór mál sum tey um Suðuroyartunnilin og ta eina um sjófeingi, tá klokkan fór at nærkast midnátt.
Løgtingið var komið ígjøgnum 15 mál uppá umleið tólv tímar, harav nøkur mál vórðu viðgjørd saman.
Tvey, ella í roynd og veru trý mál, restaðu í á dagsskránni, umframt framløga. Punkt 16 og 17 snúgva seg um Suðuroyartunnilin, sum var heilt stóra málið á dagsskránni.
Tað sum restaði í á skránni (Mynd: logting.fo)
Tingforkvinnan sleit tingfundin beint eftir klokkan 22. Tá boðaði hon frá, at tríggjar 2. viðgerðir bíða til í morgin, hósdagin 1. mai klokkan 10.
Harímillum er 2. viðgerð av uppskotinum um Suðuroyartunnlinum nakað útsett. Tað at málið er útsett nakrar tímar nú merkir, at tað ikki kann koma endaliga ígjøgnum hesa vikuna.
Tingfundur er annars eisini fríggjadagin, men av tí tað skal vera ein heilur dagur ímillum eina 2. og 3. viðgerð, so skal ein møgulig 3. viðgerð bíða nakrar vikur. Eftir hesa vikuna kemur løgtingið ikki saman aftur fyrrenn í seinnu hálvu av mai; hetta vegna millum annað nevndarvirksemi uttanlands.
Aksel V. Johannesen eigur uppskotið um Suðuroyartunnilin (Mynd: Sverri Egholm)
Nýggja dagsskráin fyri morgindagin (Skíggjamynd: logting.fo)
Eitt uppskot við broytingum í løgtingslóg um sjófeingi, umframt eitt broytingaruppskot her, varð samtykt beint fyri klokkan 22. Tað er uppskotið hjá Fòlkaflokkinum á hesum økinum, sum skal viðgerast fyrst í morgin.
Tað størsta málið, sum varð samtykt í dag annars, var uppskotið um at hækka pensjónsaldurin heilt upp til 70 ár. Heilt sum væntað kom hetta ígjøgnum við atkvøðunum úr samgonguni. Talan var um 2. viðgerð - tað er heilt ósannlíkt, at okkurt broytist í hesum málinum til 3. viðgerðina fríggjadagin.
Dagført: 22.24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald