Mentan

Ein ferð í hýruvogni gjøgnum Paris

Filmsfelagið vísir film, sum fyri tað mesta gongur fyri seg í einum hýruvogni í franska høvuðsstaðnum

2024-02-15 10:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ferðing til evropeiskar stórbýir liggur í luftini, tá Filmsfelagið henda mánaðin fer at vísa tveir nýggjar, men rættuliga ymiskar spælifilmar, sum fara fram í hvør sínum býi - Paris og Rom.

Fyrri filmurin, sum verður sýndur mikukvøldið 21. februar, eitur “Une Belle Course” (da. “Madeleines Paris”), og er mest sum eitt kamarspæl í einum hýruvogni. Vit fylgja hini 92 ára gomlu Madeleine (Line Renaud), sum skal flyta úr lítla forstaðnum í Paris og á ellisheim, sum er hinumegin býin. Hýruvognsførarin, ið skal koyra hana, er Charles (Dany Boon).

Komin í bilin, letst Madeleine hava so góða tíð, at hon vil hava Charles at koyra seg til øll tey støð í býnum, sum hava havt stóran týdning í hennara lívi. Hann góðtekur, og vit verða førd gjøgnum gøturnar í Paris í bili. Ikki løgið, at filmurin á enskum hevur fingið heitið ‘Driving Madeleine’.

Tað kemur teimum ikki til hugs, at biltúrurin gjøgnum Paris knýtir tey saman og skapar eitt sjáldsamt vinarlag teirra millum.

“Une Belle Course” verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 21. februar kl. 20.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder