Leygardagin handtók løgreglan tveir útlendskar ferðaleiðarar, sum ikki høvdu arbeiðsloyvi í Føroyum. Løgreglan valdi at afturhalda teir í trý samdøgur, men tann eini ferðaleiðarin - ein fronsk kvinna - varð longu leyslatin aftur í gjár, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Hin ferðaleiðarin - ein skotskur maður - situr framvegis í varðhaldi, og tað ger hann fram til seinnapartin í morgin klokkan 15.56, tá løgreglan skal hava avgreitt málið.
Ferðalagið, sum var saman við teimum báðum ferðaleiðarunum í Kalsoynni leygardagin, var amerikanskt. Sambært løgregluni hava ferðaleiðararnir helst verið fleiri túrar í Føroyum.
Orsøkin til, at kvinnan varð leyslatin er, at mett verður, at tað var maðurin, sum hevði ábyrgdina í málinum.
Vaktleiðarin sigur, at eitt uppskot til bót er gjørt, men upplýst verður ikki, hvussu stór hon er. Hetta skal eisini kannast av løgfrøðingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald