2020-04-07 07:43
Tað eru nú í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest korona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5.035 kanningarúrslit.
Sostatt er ein persónur staðfestur smittaður afturat hetta seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 120 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta er 13 fleiri enn í gjár.
Tveir persónar er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald