Innanlands

Ein høvuðsmotorur steðgaði

Smyril fekk motortrupulleikar tá strandfaraskipið fyrrapartin var á veg til Havnar. Hetta ávirkar tó ikki ferðaætlanina

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-07-16 19:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Strandfaraskipið Smyril fekk motortrupulleikar á túrinum av Tvøroyri til Havnar fyrrapartin.

Kringvarpið skrivar, at ein av teimum fýra høvuðsmotorunum steðgaði.

Niels Juels Arge, stjóri í Strandferðsluni sigur, at tað enn ikki er greitt hví motorurin steðgaði, men at tað ikki er nakað mekaniskt, sum er farið.

Av tí, at hesin motorurin steðgaði minkaði ferðin nakað á túrinum, og ferðafólk merktu at skipið rullaði nakað.

Hetta ávirkar ikki ferðaætlanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder