Innanlands

Ein kinesiskt/føroysk orðabók hevur týdning fyri vinnulívið

Komandi ár verður ein nýggj orðabók tøk hjá føroyingum

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-09-08 20:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar næsta ár verður fyrsta stigið av kinesiskt/føroyskt orðabókini tøkt hjá føroyingum.

Tað eru Jóhanna Magnusardóttir, Dávid Fossdalsá og Kimberly Joy, ið eru í ferð við at gera nýggju kinesiskt/føroyskt orðabókina.

Johanna Magnusardóttir býr í Kina, har hon lesur kinesiskt, og Kimberly Joy er kinesisk og lesur til lærara í Føroyum.

Forlagið Sprotin hevur ábyrgd av verkætlanini.

"Har eru fleiri ungir føroyingar, sum læra seg kinesiskt, og so eru fleiri kinesarar, sum búgva í føroyum. Um vit ynskja at varðveita og styrkja føroyska málið, er tað øgiliga týdningarmikið, at vit hava orðabøkur," segði Jóhanna Magnusardóttir í samrøðu við Kringvarpið.

Nýggja kinesiskt/føroyskt orðabókin er serstøk, tí hon verður fyrsta orðabókin hjá Sprotanum, ið ikki er grundað bert á stavir úr latínska stavræðnum.

Nýggja orðabókin fer eisini at hava týdning fyri vinnulívið, tí hóast bæði føroyingar og kinesarar skilja enskt, henda ofta misskiljingar.

Hoyr alla samrøðuna við Jóhonnu Magnusardóttir her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder