Innanlands

Fokus á samleika, signalvirði og valstríð

Hvat skulu vit leggja í litirnar, sum politisku flokkarnir nýta í valstríðnum? Og hvørjir nýggir miðlar verða brúktir at koma í samband við veljararnar? Beinleiðis sending á FM1 kl. 15.05

Erla Rajani Ziskasen verður annar gestunum í sendingini á FM1 kl. 15.05 (Mynd: Sverri Egholm)

Erla Rajani Ziskasen verður annar gestunum í sendingini á FM1 kl. 15.05 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-11 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint eftir tíðindini á FM1 klokkan 15 í dag verður aftur ein beinleiðis sending við politiskum innihaldi.

Hesaferð verða tað ikki politikarar, sum koma at útgreina teirra politikk til tess at fáa tína atkvøðu. Hesaferð verða tað samskiftisfólk, sum fara at tosa um valstríðið, har fokus verður sett á samleika og signalvirði.

Í sendingini verður m.a. tosað um flokkar, sum skifta lit og samleika, um hvørja ávirkan plakatir hava á veljararnar og um teir nýggju miðlarnar, sum meira venda sær til ein ávísan aldursbólk av veljarum.

Gestir í sendingini eru Sissal Kjartansdóttir Kristiansen og Erla Rajani Ziskasen. Vertur er Ingi Samuelsen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder