2025-07-21 13:03

Tá løgreglan kannaði ferðsluna seinnapartin í gjár, varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður.
Hetta var klokkan 15 í Gøtudali.
Bilførarin varð mettur at vera væl ávirkaður av rúsdrekka, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald