Innanlands

Ein koyrdi ávirkaður og ein koyrdi uttan koyrikort

Ein bilførari er skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt, og ein er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-14 09:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt. Í gjárkvøldið varð ein bilførari í Sandoynni tó tikin fyri at koyra uttan koyrikort.

Talan var um ein persón, sum hevði mist koyrikortið frammanundan, og tí er hann skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at hetta var ikki fyrstu ferð, hann varð tikin.

Á middegi tók løgreglan eisini ein bilførara í Havn fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður eftir úrslitinum.

Eisini fekk løgreglan eina fráboðan um harðskap í einari veitslu í Suðuroynni. Løgreglan fær ikki greitt nærri frá hesum, men tað verður kannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder