2020-08-20 16:00
Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
1.659 kanningar vórðu gjørdar í gjár, mikudagin 19. august, og av teimum var ein smittaður.
Tilsamans eru nú gjørdar 80.312 koronakanningar í Føroyum.
Tilsamans hava 383 fólk fingið staðfest coronasmittuna. 274 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru staðfest frísk aftur. Sostatt eru 109 persónar smittaðir í løtuni.
Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir í samband við coronasmittuna, og ein teirra liggur á intensivu deild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald