2020-09-18 12:14
Ein nýggjur tilburðir av koronasmittu varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum, sum byggja á 113.394 kanningar.
Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 430 persónar nú fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 412 persónar eru staðfestir frískir aftur. Sostatt eru 18 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna. 59 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald