Innanlands

Ein nýggjur tilburður á flogvøllinum

Talan er um ein persón við bústaði í Føroyum – 33 eru smittað í løtuni, og tvey eru innløgd

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-03 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein smittutilburður varð staðfestur á flogvøllinum mikudagin, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Úrslitið byggir á í alt 100.300 kanningar. Allar kanningar frá týsdegnum og mikudegnum eru nú liðugt greinaðar, skrivar Heilsumálaráðið.

Ein tilburður varð í gjár staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið. Talan er um ein persón við bústaði í Føroyum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Tilsamans hava 412 persónar sostatt fingið staðfest smittuna í Føroyum. 379 persónar eru staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 33 persónar smittaðir í løtuni. 29 av hesum eru russiskir sjómenn.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna, men eingin teirra liggur á intensivari deild. 36 fólk eru í sóttarhaldi.

Dagførd kl. 17.32

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder