2020-08-17 11:48
Millum tær 608 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, sunnudagin 17. august, varð ein tilburður staðfestur. Sostatt er samlaða talið á skrásettum tilburðum í Føroyum nú 373.
Eisini eru fýra fólk staðfest frísk aftur seinastu dagarnar, og eru nú 229 staðfest frísk tilsamans. Hetta merkir, at 144 eru smittað við korona í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna, og ein teirra liggur á intensivu deild.
72.346 kanningar eru nú gjørdar, og 690 eru í sóttarhaldi í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald