Innanlands

Ein nýggjur tilburður staðfestur í gjár

Talan er um ein persón, sum er smittaður í Føroyum, og smittuketan er ókend – 19 persónar eru smittaðir í løtuni

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-09-19 13:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein nýggjur tilburðir av koronasmittu varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Talan er um ein persón, sum er smittaður í Føroyum, og smittuketan er ókend. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina, upplýsir Heilsumálaráðið.

Tilsamans hava 431 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 412 persónar eru staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 19 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við smittuna í løtuni.

114.435 kanningar eru nú gjørdar, og 59 fólk eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder