Uttanlands

Ein persónur afturat deyður eftir nýggjárseldsbrunan í Sveis

Ein 18 ára gamal sveisiskur ríkisborgari er doyði leygardagin av sínum løstum á sjúkrahúsinum – Talið á deyðum er nú 41

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-02-01 14:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir eldsbrunan í barrini Le Constellation varð boðað frá, at 40 fólk høvdu latið lív, men í gjár, ein mánað seinni, andaðist enn ein persónur á sjúkrahúsinum.

Talan er um ein 18 ára gamlan sveisiskan ríkisborgara, sum eins og 118 onnur bleiv særdur av eldinum, upplýsa ákærumyndugleikar í Sveis.

Eldurin kyknaði í barrini í Crans-Montana nýggjársnátt, og fyribils kanningar geva ábendingar um, at tað var innandurafýrverk, sum var orsøkin. Stjórarnar eru nú skuldsettir fyri m.a. óviljað manndráp og óviljað eldásetan.

Summi av teimum særdu liggja framvegis á sjúkrahúsi við álvarsomum brunasárum, skrivar Ritzau.

Sakførarar hjá ofrunum hava roynt at víðka kanningararbeiðið til eisini at fevna um lokal embætisfólk, eftir at borgarstjórin í Crans-Montana hevur sagt, at fleiri árligar trygdarkanningar av barrini ikki vórðu framdar.

Fleiri fólk frá lokalu myndugleikunum verða í februar innkallaðir til avhoyringar sum liður í kanningararbeiðnum.

Eldsbrunin er umrøddur sum ein av størstu vanlukkunum í Sveis í nýggjari tíð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder