
Aftaná seks dagar, har eingin varð staðfestur positivur, varð ein persónur staðfestur positivur fyri covid-19 í gjár, upplýsir Landslæknin.
Talan er um ein persón, sum er komin til Føroya úr útlondum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Sostatt hava nú 498 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum.
Talið á teimum, sum eru positiv í løtuni, er tó ikki broytt, tí seinasta samdøgrið er ein persónur afturat staðfestur frískur. Tí eru framvegis tríggir persónar positivir í løtuni.
Í gjár vórðu 380 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 161.301 kanningar gjørdar í Føroyum.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og sjey eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald