Heldur ikki í kvøld fór Gekkurin, og tað hevur við sær, at næsta fríggjakvøld er hann aftur á 3 milliónum krónum.
Tað var danin Jan Christiansen, sum saman við konuni var komin til Føroya í gullbrúdleyp hjá svigarforeldrunum, sum kom ígjøgnum við fullari plátu. Tað tók eina løtu at fáa samband við Jan, tí júst sum hann hevði ringt breyt av.
Men samband fekk Kringvarpið so við Jan aftur, sum slapp at royna eydnuna við gekkehjólinum. Hann valdi at deila upphæddina, sum í kvøld var 2.8 milliónir krónur í teir tríggjar leyparnar, sum gav eina millión í hvønn leyp.
Og tað var líka við at eydnast. Í fyrsta snari kom hann á 12.500 til vinstru fyri bláa leypin, og aðru ferð á 12.500 til høgru fyri bláa leypin, hesaferð bara ein seym frá bláa leypinum.
Hann stóð eftir við 75.000 krónum, og valdi at steðga har.
Sum nevnt, so verður Gekkurin næsta fríggjakvøld nú aftur á 3 milliónum krónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald