Innanlands

Ein skúlasystir er farin

Minningarorð yvir Katina Nolsøe

2023-11-22 19:03 Author image
Minningarorð / Árni Dahl
placeholder

Týsdagin 21. nov. møtti eg Ingvør Nolsøe í miðbýnum, og hon bar mær tíðindini, at
systir hennara, Katrin, var deyð í Keypmannhavn dagin fyri.

Hetta vakti í mær mong minni.

Í august mánaði í 1953 fóru 91 næmingar í skúla í Klaksvík og vórðu skipaðir í
tríggjar flokkar.

Sjálvur kom eg at ganga í 1. c, har ið pápi var flokslærari.

[object Object]

Nær ið henda floksmyndin av okkum er tikin, veit eg ikki vist, men tað man vera í 2.
ella 3. flokki.

Sjálvur standi eg undir liðini á pápa. Í aftastu røð eru hinir dreingirnir: Hjørleif,
Jákup Petur, Idar, Jógvan Martin, Andrias og Petur Jacob, róptur Piddi.

Í miðraðnum standa genturnar: Birta, Svanna, Oddvør og dreingirnir Magni, Leivur,
Markus, Jógvan og Jógvan Martin (úr Haraldssundi).

Fremstar sita genturnar: Margreta, Sigga, Nicolina, Elinborg, Elsba, Eydna, Margit,
Katrin og Magna.

Skúlaskipanin var soleiðis tá, at eftir 5. flokk varð roynd hildin, og úrslitið av henni
gjørdi av, um vit sluppu í millumskúla. Tey, ið ikki stóðu royndina, fóru í 6. og 7.
flokk og so úr skúlanum. Hini hildu fram fýra ár í millumskúlanum og tóku
millumskúlaprógv. Sekstan av hesum árganginum (úr øllum trimum flokkunum)
hildu fram og tóku realprógv í 1963.

Eg minnist bara alt gott um mínar floksfelagar, og Katrin við sínum lætta lyndi
stendur altíð frammarlaga, tá ið eg minnist aftur á barna- og ungdómsár í Klaksvík.
Hon var elst av teimum níggju so fyrikomandi og skapandi børnunum hjá Lis og Eli
Nolsøe. Kvik og skjóttonkt, smílandi og blíðlynt.

Ja, tá ið eg um fjúrtan ára aldur fann fram á sjómansrímuna hjá Hans Andriasi, sum
byrjar við hesum ørindi:

“Katrin býr á strondini, og Katrin hon er fitt,
sunnukvøld í dansinum, eg havi hana hitt.
Katrin læar hjartaliga – dansar lætt av stað –
Katrin býr á strondini, og hon er altíð glað”.

undraðist eg stórliga á, hvussu skaldið mundi kenna henda floksfelaga mín úr
Víkunum.

Onkuntíð mintust vit aftur á tíðina, tá ið vit gingu til, og lestrarbørnini savnaðust
uppi við Spinnaríið, har ið vit spældu einkjumannamaka og onnur spøl, hesum líkt.

Ella tá ið vit dreingir fingu nýggjar súkklur og fóru í flokki út at reika. Tann, sum tá
fekk Katrina upp á viðførisberan, hann var ikki eingin maður.

Katrin kundi sum einki tikið realprógv, vildi hon tað, men hon gavst, tá ið hon hevði
staðið millumskúlaroyndina og vildi sleppa til Keypmannahavnar at royna seg. Óføra
fitt var hon í hondunum og fekk sær útbúgving sum klædnasniðgevi, giftist og setti
búgv uttarlaga á Eysturbrúgv.

Av tí at elsta systir mín, Tóra, búði ikki so langt frá Katrini, hendi tað seg, at vit
hittust av tilvild, og fyri einum tveimum árum síðani hittust vit i miðbýnum í Havn,
og vit buðu henni og tveimum systrum hennara á BRELL dagin eftir. Har fingu vit
eitt stuttligt prát.

Olivur og Elsa tóku í summar stig til, at vit – nú 70 ár vóru liðin, síðan vit fóru í skúla – skuldu hittast 1. august í ár.

Av teimum 91, sum gingu í hesum trimum flokkunum, eru fleiri farin foldum frá, og
onnur hildu seg ikki til at koma. Vit vóru 25, sum møttu.

Anfinnur Heinesen tók ímóti okkum í Varpinum og vísti okkum nýggja
mentanarhúsið í Klaksvík. Síðan varð farið við bussi niðan um býlingin á Uppsølum.
Har varð steðgað, og Andras Sólstein greiddi frá grevstrinum niðri á Toftum við
Borðoyavík og vísti okkum á allar nýggju útstykkingarnar, sum gjørdar eru, síðani vit gingu í barnaskúla.

Aftaná var hugnaligt borðhald í Gamla seglhúsi.

So sjúk Katrin var, vildi hon koma til hesa samkomuløtuna, og eins og vit øll hugnaði
hon sær væl.

Tá ið eg beyð Katrini farvæl, kysti eg hana á ennið.

Nú er hon farin, og vit minnast við takksemi eitt vakurt vinalag.

Árni Dahl

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder