Innanlands

Óhappið í Vestmanna: Løgreglan skuldsett ein persón

Løgreglan hevur skuldsett ein persón fyri brot á revsilógina og lógina um trygd á sjónum

Skjóttgangandi báturin á Bátastevnuni í Vestmanna seinnapartin leygardagin. Vit hava slørað andlitini á myndini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Skjóttgangandi báturin á Bátastevnuni í Vestmanna seinnapartin leygardagin. Vit hava slørað andlitini á myndini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-05-21 15:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er loksins nakað at frætta frá løgregluni um málið um skjóttgangandi bátin, sum leygardagin rendi í síðuna á Brimli.

Løgreglan hevur í dag skuldsett ein persón fyri brot á revsilógina og lógina um trygd á sjónum.

Kanningar eru gjørdar í málinum, og løgreglan sigur, at kanningararbeiðið heldur fram.

- Fyri ikki at ávirka kanningararbeiðið hevur politiið ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, verður sagt av løgreglustøðini.

Les eisini: Stjórin á Vørn var umborð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder