2023-07-22 09:47
40 dagar eru nú farnir síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði 10. juni, og sambært Havstovuni er tann eini springarin nú farin norðureftir í hellingini, eystaru megin Hetlandsrennuna, og er hann nú komin norður á 63 breiddarstig, norð ímóti Norskahavinum.
Hin springarin hevur ligið støðufastur á 62 breiddarstigum, 160 fjórðingar vestan fyri Føroyar.
Sendarin á hesum springaranum sløknaði tíverri fyri nøkrum døgum síðani, skrivar Havstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald