
Undir yvirskriftini "Føroyingar vilja halda fram í ríkisfelagsskapi" við Danmark" hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi í dag latið eina kanning úr hondum.
Tað er Spyr. fo, sum hevur gjørt kanningina fyri t fyri Sambandsflokkurin á Fólkatingi.
- Fimm flokkar í løgtinginum siga seg vera samdar um, hvussu farast skal fram á ríkisrættarliga økinum. Semja millum flokkarnar tykist at vera, at Føroyar skulu úr ríkisfelagsskapinum. Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur tí sett sær fyri at kanna, hvat vanliga fólkið heldur um ætlaninar.
Soleiðis greiðir Sambandsflokkurin á Fólkatingi frá tí, sum liggur aftanfyri kanningina.
Portalurin hevur fingið upplýst, at 500 fólk eru spurd í kanningini, og at hon er vektað eftir vanligum forskriftum; hetta millum annað eftir hvønn flokk sum tey spurdu velja.
Tey allarflestu vilja hava størri sjálvræði - og tó
Høvuðsspurningurin er: Hvørjum av hesum útsagnunum ein tekur mest undir við:
- Ríkisrættarliga støðan skal halda fram óbroytt - 16 prosent
- Føroyar eiga at fáa størri sjálvræði, men innanfyri ríkið - 59 prosent
- Føroyar skulu loysa frá Danmark - 25 prosent
Sambandsflokkurin ber tað fram sum, at ein greiðurmeiriluti av føroyingum heldur, at Føroyar skulu vera partur av ríkisfelagsskapinum.
Hetta er sum so rætt. Útfrá hesum trimum spurningunum og svarunum, halda 75 prosent av teimum spurdu (59 prosent + 16 prosent), at ríkisfelagsskapurin skal standa við.
- Hetta vísir, at Sambandsflokkurin er á rættari leið. Vit vilja gera broytingar, so at vit fáa størri uttanríkispolitiskt sjálvræði, men vit vilja ikki slíta frá Danmark. Vit skulu gagnýta stórdriftsfyrimunirnar í ríkinum, sigur Anna Falkenberg fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Aðrir flokkar og persónar í øðrum flokkum síggja tó als ikki uppá úrsltini á sama hátt:
- Sambandsflokkurin tulkar hetta sum, at fólk taka undir við politikkinum hjá Sambandsflokkinum. Men tað er púra misskilt, tí tað er beint øvugt. Kanningin vísir, at fólk taka undir við semjuni sum 5 av 6 flokkum eru gingnir saman um, og har bert Sambandsflokkurin liggur uttanfyri ávirkan.
Hetta skrivar Bjarni Kárason Petersen í lesarabrævi, sum kann lesast her.
Og tað er eisini rætt, at um man hyggur eftir tølunum, so eru heili 84 prosent av teimum 500 spurdu, sum ynskja størri sjálvræði og størri broytingar.
Nærum helmingurin kennir seg ótryggjan við tjóðarsemju
Sambandsflokkurin er í løtuni ikki partur av tí, sum kann verða ein sonevnd tjóðarsemja, har føroyingar fara at krevja nýskipan í viðurskiftinum við Danmark. Anna Falkenberg vísir á, at nakir politikkarar " spæla hasard við vælferðini hjá Føroya fólki".
Sum partur av kanningini hevur Sambandsflokkurin á Fólkatingi eisini spurt, um fólk kenna seg trygg við sokallaðu tjóðarsemjuna um at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land.
20 prosent siga, at tey kenna seg sera ótrygg. 24 prosent eru ótrygg við støðuna, 28 prosent eru hvørki trygg ella ótrygg, ímeðan 17 prosent kenna seg trygg og 12 prosent kenna seg sera trygg.
Harvið siga eini 44 prosent seg vera ótrygg við, at Føroyar møguliga skulu loysa. Tó er ein meiriluti ikki ótryggur, og tað skal staðfestast, at júst hvussu tjóðarsemjan sær út, og hvør ætlanin hjá teimum fimm flokkunum er við framhaldandi samstarvinum við Danmark, er heldur óviss enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald