Innanlands

Ein tendrað pláta á einum komfýri orsøkin til eldin í Hoyvík

Hetta er greitt, eftir at kanningar eru gjørdar í Jørundargøtu. Húsini fóru illa

2020-05-07 14:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt fyri klokkan tíggju leygarmorgunin kyknaði eldur í einum raðhúsum í Jørundargøtu í Hoyvík. 

Tað tók eina góða løtu at sløkkja eldin, men tey fimm húsfólkini sluppu út úr øllum góðum. Greitt var, at húsini vóru illa farin av eldinum. 

Les eisini: Fara nú at kanna hví eldur kom í

Ovasta hæddin er illa farin av eldinum, og niðara hæddin er illa farin av sóti. 

Hetta skrivar Kringvarpið í dag, nú tað er vorðið greitt, hví eldur kom í. 

Løgreglan hevur staðfest, at eldurin kyknaði við komfýrin, sum stendur í einum úthúsi, heilt tætt við húsini sum eru bygd í 2000.

Kringvarpið skrivar, at talan er ikki um nakra tøkniliga orsøk, og at elinnleggingin er í lagi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder