2020-10-03 17:31
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, upplýsir Heilsumálaráðið í dag.
Viðkomandi er partur av somu smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1052 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 133.306 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 473 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 432 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 41 persónar smittaðir í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald