2020-10-04 21:58

Ein nýggjur tilburður av covid-19 varð staðfestir í gjár, vísa nýggjatu tølini hjá myndugleikunum.
Trý fólk eru vorðin frísk, og sostatt eru nú tilsamans 39 fólk staðfest positiv í løtuni.
429 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og tilsamans eru nú 133.429 kanningar gjørdar í Føroyum.
198 fólk eru í sóttarhaldi og ein persónur er innlagdur á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum við covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald