Síðani felagsskapurin LGBT+ Føroyar í gjár málaði litfagrar strípur á vegin í Steinatúni í Havn, hevur nógv kjak verið.
Men hetta er ein fyribils loysn, og ein varandi loysn skal finnast, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hon og aðrir býráðslimir vóru sjálvir við sunnukvøldið, tá ælabogin varð málaður.
- Vit vilja gjarna hava eina varandi loysn. Higartil royna vit nakrar staðsetingar. Hetta verður í nakrar mánaðir sum fyribils loysn, men ein varandi loysn er í væntu, og fer at verða tikin upp politiskt, sigur Elsa Berg við útvarpið.
Les eisini: LGBT+ Føroyar: Hetta er ikki fyri at provokera
- Í LGBT+ Føroyum hava tey í fjør og í ár søkt um at fingið eitt vegastrekkið málað í býnum, og tað halda vit er eitt gott hugskot at fáa kommununa at vera litfagra, og at vísa at vit øll hoyra heima her í kommununi, sigur Elsa Berg.
(Mynd: Sverri Egholm)
Les eisini: Býráðslimur: Hvør hevur givið loyvi til hetta?
Sí eisini: Myndir: Steinatún klætt í ælaboga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald