Innanlands

Ein vika uttan nýggja koronasmittu

Tríggir føroyingar frískir aftur síðan í gjár

2020-08-28 10:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eingin smitta varð staðfest í teimum 1.087 koronakanningunum, ið vórðu gjørdar í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Nú eru tilsamans 91.793 kanningar gjørdar í Føroyum.

Í løtuni eru 50 persónar smittaðir. Sostatt eru tríggir persónar vorðnir frískir síðan í gjár. 411 persónar hava tilsamans fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 361 persónar staðfestir frískir aftur.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild nú. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder