Fríggjadagin vardi Eina H. Eliasen sína ph.d.-ritgerð, sum hevur heitið "Multidimensional Assessment of Health Among Older Faroese Adults - The Faroese Septuagenarin Cohort", sum snýr seg um heilsuna hjá eldri føroyingum.
Dómsnevndin rósti Einu fyri sera sannførandi framløgu og verju, og serliga vóru tey bergtikin av tí stóra arbeiði, ið sum heild er lagt í granskingina av stóra hópinum av eldri í so drúgva tíð, skrivar Fróðskaparsetur Føroya.
Ph.d.-verkætlan hennara er eitt samstarv millum Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum og Fróðskaparsetur Føroya. Eina hevur verið innskrivað sum ph.d.-lesandi á Setrinum.
Í samandráttinum í ritgerðini skrivar Eina m.a. soleiðis:
– Vit liva longri. Tey seinastu áratíggjuni er talið av eldri fólki vaksið munandi, og gongdin heldur fram. Eins og í londunum rundan um okkum gerast alt fleiri og fleiri eldri fólk í Føroyum. Livialdurin er støðugt hækkaður, og føroyingar eru millum fólkasløg, sum røkka ein høgan livialdur svarandi til 83.8 ár.
– Jaliga gongdin við hækkaðum livialdri er m.a. orsakað av læknaligum frambroti, sum hevur givið betri heilsutænastur og betri sjúkuviðgerð. Men eitt aldrandi samfelag merkir eisini, at ein framtíðar heilsuavbjóðing stendur fyri framman.
– Ein loysn er, at fólk á ellisárum varðveita eina góða heilsu sum longst, og kann hetta gera sítt til, at avbjóðingin gerst minni. Spurningurin er sostatt, hvussu heilsustøðan hjá eldri føroyingum er.
– Endamálið við ph.d.-verkætlanini var at gera eina margháttaða heilsumeting av eldri føroyingum, har teirra kropsliga og kognitiva heilsa, trivnaður (well-being) og deyðiligleiki og vórðu kannað. Ritgerðin fevnir um fýra vísindaligar kanningar, sum viðgerða hesi evni. Meira kann lesast her.
Í vegleiðaratoyminum vóru Maria Skaalum Petersen, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum, Pál Weihe, adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum og Fróði Debes, sálarfrøðingur á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.
Í metingarnevndini til verjuna vóru Marin Strøm, lektari á Fróðskaparsetri Føroya og forkvinna í metingarnevndini, Karin Modig, lektari á Karolinska Institutet í Svøríki og Kaisu Pitkälä, prof. emeritus á University of Helsinki í Finnlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald