Heimurin var kvirrur í meira enn eitt ár vegna koronu, og tískil hevur Einangran, eins flest aðrir tónleikarar, ikki havt møguleika at framføra og vinna pening.
Tó so hevur friðaliga koronutíðin ikki verið meira friðarlig enn so, at tey bæði, Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum, hava nýtt tíðina at skriva nýggjan tónleik. Nú eru tey komin so langt áleiðis við verkætlanini, at tíðin er búgvin til at fáa nýggja tónleikin hjá Einangran út í heim.
Tá danska samfelagið lat aftur 13. marts 2020, endaðu Heiðrikur á Heygum og Lea Kampmann í somu íbúð í Keypmannahavn, har tey fóru í sjálvboðið sóttarhald. Innan leingi fingu tey hugskotið at gera livestream konsertir á Facebook og Instagram. Tey spældu konsertir hvørt kvøld, og høvdu lurtarar frá øllum heiminum.
Eftir eina tíð fingu tey hugskotið at skriva løg saman. Tey bæði høvdu ongantíð áður skrivað løg á føroyskum, og ei heldur høvdu tey skrivað løg saman, men tað vísti seg skjótt, at tey samstarvaðu sera væl, og eftir stutta tíð var hugskotið blivið til fýra løg á føroyskum, sum m.a. lýsa ta serligu, søguligu støðuna, vit øll hava verið í undir koronu.
Í novembur 2020 gav Einangran fyrstu EP-útgávu sína út. EP‘in var væl umtókt, og til FMA 2021 fekk Einangran virðislønina fyri Ársins sang við lagnum, Kanska.
Góða móttøkan av fyrstu útgávuni gav Einangran hugin at skriva nýggj løg til heildarútgávu. Tey eru longu til reiðar at fara í upptøkuhølini at taka upp hesa fyrstu heildarútgávu.
Við at fara á Hópfígging roynir Einangran nú at savna saman 60.000 krónur at brúka til upptøkur av teimum 10 løgunum, sum tey bæði, Lea Kampmann og Heiðrikkur á Heygum hava skrivað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald