Ein nýggjur føroyskur bittari frá Einar's Distillery í Klaksvík, er nú á marknaðinum og fæst til keyps í Rúsdrekkasølu Landsins.
Einar's Bitter er føroysk framleiðsla, og sera nógv orka er løgd í at velja og samanseta allarbestu urtir og krydd fyri at fáa tann besta smakkin, skrivar Einar's Distellery í tíðindaskrivi.
Føroyski bittarin er eitt úrslit av drúgvum arbeiði á Einar's distillery seinastu árini og at Disa Christiansen úr Nólsoy fyri nøkrum árum síðan gav distarillarínum gott innlit í føroysk plantusløg, sum nú eru nýtt í hesum bittarinum.
Einar's Distillery er fyrsta føroyska góðkenda distillarí, og framleiðir nú akvavitt, vodka, ginn, akvavitt, ið er lagrað íserligum tunnum – Cask – og nú eisini bitter.
Næsta á skránni er føroyskt whisky, sum liggur og lagrar í tunnun í løtuni, og møguliga verða fyrstu droparnir ’leyslatnir’ longu seinni í hesum árinum, hava vit fyrr frætt úr Klaksvík.
Einar's Bitter er 38% og smakkurin kann sigast at liggjast onkrastaðni millum Jägermeister og 1-Enkelt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald