Innanlands

Eingin at samráðast við

Ábyrgdarleyst at arbeiðarafeløgini ikki eru til reiðar at samráðast, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelagið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-05-30 19:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Partarnir í sáttmálatrætuni á privata arbeiðsmarknaðinum kasta við runu, nú royndin hjá semingsstovninum at farau ndir veruligar samráðingar í morgin, miseydnaðist.

- Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sagt semingsmanninum frá, at felagið hevur flutt seg, og er til reiðar at samráðast, um mótparturin í trætuni vil gera tað sama, siga arbeiðsgevararnir í skrivi í kvøld.

- Har er tó eingin at samráðast við, verður sagt.

- Samrøðurnar í dag vístu, at arbeiðarafeløgini ikki eru sinnaði at flyta seg, og tískil fer semingsmaðurin ikki at skipa fyri einari semingsroynd, sum annars hevur verið uppá tal.

Ábyrgdarleyst
- Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur spyrjandi, og heldur tað vera ábyrgdarleyst, at arbeiðarafeløgini ikki eru til reiðar at samráðast. Skal trætan loysast má fyrsta fortreyt vera, at arbeiðarafeløgini eru til reiðar at seta seg við samráðingarborðið og vísa vilja at samráðast.

- Um tey framhaldandi ikki vilja tað, hevur Føroya Arbeisðgevarafelag einki boð uppá, hvussu vit sleppa burturúr naggatódnini. Føroya Arbeiðsgevarafelag er tó framhaldandi til reiðar at samráðast, um støðan broytist, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder