Eingin er í inntesivari viðgerð, og eingin liggur í respiratori í samband við koronasmittu.
Hetta upplýsir Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, fyri Kringvarpinum.
Trý fólk eru í løtuni sjúklingar á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum. Støðan er tann sama, sum hjá teimum sum frammanundan hava verið innløgd har: Ikki álvarslig.
Sjúkrahúsverki hevur fleiri feðrir gjørt greitt, at tey eru til reiðar at taka ímóti sjúklingum, ið hava tørv á inntensivari viðgerð, men hava eins og aðrir heilsumyndugleikar gjørt greitt, at kurvan við koronasmittaðum skal vera so fløt so gjørligt, so at Sjúkrahúsverki skal kunna fygja við,
Samanlagt hava færri enn tíggju fólk við koronasmittuni verið innløgd.
Les eisini: Tvey afturat fingið smittuna síðani í gjár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald