Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið. Hetta er níggjunda samdøgrið á rað, har eingin er staðfestur við korona.
8021 kanningar eru nú gjørdar tilsamans.
Tær 806 kanningarnar, ið eru gjørdar á Bakkafrosti, eru taldar við í samlaða kanningaryvirlitið. Heldur ikki á Bakkafrosti eru nøkur smitta staðfest, upplýsir landslæknin í morgun.
Í løtuni eru 184 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Tað vil siga, at bara trý fólk hava smittuna nú. 17 fólk eru í sóttarhaldi
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald