Harðskapsmálið har Teitur Skoubo er á ákærubeinkinum, var í býrættinum í Keypmannahavn í gjár. Men enn er dómur ikki fallin.
Hetta skrivar Se og Hør.
Fyrrverandi realitystjørnan er ákærdur fyri harðskap, simpel vold, í náttarlívinum í Keypmannahavn, meðan tveir aðrir menn, ein 20 ára gamal og ein 19 ára gamal, eru ákærdir fyri grovan harðskap móti Teiti Skoubo.
Allir tríggir ákærdu hava givið vitnisfrágreiðing umframt, at ein hýruvognsførari og ein duravørur eisini vitnaðu. Eisini vóru vakmyndaupptøkur spældar av í rættinum.
Skal vera sligin í høvdið við glasfløsku
Hendingin skal vera frain fram í náttarlívinum í fjørsummar, tá 30 ára gamli Teitur Skoubo kom í hóslag við tveir menn. Menninir eru ákærdir fyri at hava givið Teiti Skoubo eitt nevaslag í andlitið umframt at hava sligið hann í høvdið við einari glasfløsku. Slagið frá glasfløskuni skal hava givið Teiti Skoubo eina fliku í høvdið.
Teitur Skoubo hevur tríggjar harðskapsdómar. Í 2014 varð hann dømdur fyri harðskap í Føroyum, og í 2022 fekk hann ein harðskapsdóm fyri harðskap á náttklubbanum Hive. Í 2023 var hoyvíkingurin dømdur fyri harðskap móti einari kvinnu og fekk tríggjar mánaðar fongsul.
Ein dagur afturat er settur av í málinum, og tað verður 12. juni. Tá verður væntað, at dómur fellur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald