Innanlands

Eingin Fámjinstunnil fyrr enn Dalstunnilin er liðugur

Vónbrotin borgarstjóri í Fámjin tikið seg úr nevndini í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelagi

Mynd: Landsverk.fo

Mynd: Landsverk.fo

2018-09-20 17:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samgongan hevur tikið avgerð um, at Dalstunnilin skal gerast liðugur áðrenn Fámjinstunnilin

Tað vóru boðini sum Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, boðaði frá á fundi í flokkinum í Suðuroynni í gjár.

Tað veit útvarpið seinnapartin.

Hetta var ikki væl móttikið av borgarstjóranum í Fámjin, Jóanis Lisberg, og hann tók seg alt fyri eitt úr nevndini í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelagi.

- Vit høvdu vónað, at hann (Fámjinstunnilin, red.) kom nú, og um hann ikki kemur so verður tað ónatúrliga leingi áðrenn hann kemur, sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri við Kringvarpið.

- Eg kann ikki sita í einari nevnd, sum umboðar ein flokk sum ger hatta har móti bygdini, eg búgvi í. Tað kann eg ikki, sigur ein vónbrotin borgarstjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder