Tað eru framvegis 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið, upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Hetta byggir á 6.588 kanningarúrslit.
Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest smittuna, tað sama talið sum í gjár.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna. Í løtuni eru 49 fólk í sóttarhaldi, ein meira enn í gjár.
Eftir ætlan verða fáar kanningar gjørdar í dag, og næstu ferð nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd verður týsdagin 28. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald