
Frá mánadegnum 11. august og væntandi til og við sunnudagin 17. august, verður nýggj rampa monterað við bryggjuna á Syðradali, og tað verður ikki møguligt at flyta akfør millum Klaksvík og Syðradal, meðan arbeiðið fer fram, skrivar Strandferðslan.
Allar bíleggingar av akførum í hesum tíðarskeiði, íroknað eyka ferðandi í somu bílegging, vera strikaðar og peningurin afturgoldin innan nakrar dagar. Ferðandi, ið ynskja at ferðast millum Klaksvík og Kalsoynna uttan akfar í nevnda tíðarskeiðið, kunnu bíleggja sær ferðaseðil á https://booking.ssl.fo/Booking/.
Í Kalsoynni ber til at ferðast við Bygdaleiðum og er busssamband til allar komur og fráferðir av Syðradali, skrivar Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald