Innanlands

Eingin fólkaskaði men bilarnir fóru illa

Eitt lítið ferðsluóhapp var í Søldarfirði seinnapartin í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-29 08:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í gjár stoyttu tveir bilar saman í Søldarfirði. Talan var um eitt lítið ferðsluóhapp, og eingin fólkastaði stóðst av hendingini.

Kortini fóru bilarnir illa.

Men ósemja er um skuldarspurningin, skilst á vaktleiðaranum á politistøðini í morgun.

- Tað kundi bent á, at tann eini bilførarin ikki ansaði nóg væl eftir, men nú fer politiið at gera frágreiðing um málið, upplýsir vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder