Uppskot til partabrævakeyp til 2026

Í greinarøðini um partabrøv hava vit gjørt eina partabrævasamanseting sum vit fara at fylgja í 2026

(Mynd: Føroya banki)

(Mynd: Føroya banki)

2025-12-31 14:45 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Í hesari grein vísa vit á 12 partabrøv, sum er okkara boð uppá eina hugsandi íløgu-samanseting við partabrøvum at keypa við ársbyrjan 2026.

Í okkara dømi hava vit 100.000 kr., sum vit ynskja at gera íløgur við ársbyrjan 2026. Hetta kann sjálvsagt eisini verða minni ella størri upphæddir.

Vit hava valt at hava tey føroysku partabrøvini við í okkara íløgu-samanseting saman við 10 øðrum partabrøvum, har tey flestu eru norðurlendsk.

Ætlan okkara er at vit hvønn mánaða í 2026 á portal.fo vilja vísa á hvussu gongur við partabrøvaíløguni verður.

Partabræva-samansetingin, sum er okkara keypsuppskot pr. 30. desember 2025 er hendan:

[object Object]

Niðanfyri greiða vit stutt frá, hvørji hesi 12 feløgini eru og stutt um hví tey eru vald. Til ber at trýsta á leinkjuna á navninum á partabrøvunum, har meira er at lesa um hesi partabrøvini frá okkara keldu, sum er www.euroinvestor.dk.

Vit hava valt at hava bæði tey føroysku børsnoteraðu partabrøvini við í okkara partabrævasamanseting, bæði tí tey eru føroysk, men eisini tí tey eru áhugaverd partabrøv at gerða íløgur í uppá longri sigt.

Føroya Banki hevur bankavirksemið í Føroyum og Grønlandi. Partabrøvagongdin í 2025 hevur verið serstakliga góð, har vøksturin hevur verið heili +78,4%. Raksturin hevur harumframt verið góður. Marknaðarvirðið í dag er 2,7 mia.DKK.

P/E er 4,7 og forward P/E er 6,8. Price/book er 0,77 (2024).

Talan er um ein vælriknan banka, sum vit meta eisini kann hava eina jaliga gongd árini framyvir. Tó er likviditurin í partabrævinum lágur og tí kunnu stór sveiggj verða.

Bakkafrost er Føroya størsta fyritøka við alivirksemi í Føroyum og Skotlandi og við einum marknaðarvirði upp á 30,6 mia. NOK. Gongdin í 2025 hevur, tó undantikið av góðu biologisku gongdini í Føroyum, verið minni góð og sæst hetta eisini aftur í partabrævakursinum, sum er fallin -18,6%. Tó síðstu 3 mðr. er partabrøvið økt við +13,3%. Serliga er lækkingin í 2025 orsakað av lága laksaprísinum stóran part av 2025 og av alivirkseminum í Skotlandi, sum framvegis hevur haft avbjóðingar, sum leiðslan tó metir verða loystir komandi árini.

Vit útlitinum um betri laksaprís í 2026 og at Bakkafrost framvegis er ein stór og vælrikin alifyritøka við fullari integratión, frá smolt, fóður, aling, framleiðslu og sølu, velja vit at gerða íløgu í Bakkafrost partabrævið í 2026.

Vit velja somuleiðis at gerða íløgu í norska alifelag MOWI, sum heimsins størsta alifelag. Orsøkin er, at Mowi hevur rímuliga góð lyklatøl og hevur ein skilagóðan keypsprís er, har P/E er 19,8 og forward P/E er 9,9. 

Marknaðarvirðið á Mowi er 128,2 mia. NOK og partabrævakursurin er í 2025 hækkaður +25,1%. 

Ein hægri laksaprísur í 2026 fer uttan iva eisini ávirka Mowi jaliga, umframt at støddin ger at teir somuleiðis eru eitt gott val av einum partabrævi innan aling.

Jyske Bank, sum er ein av størstu donsku bankunum, er eitt nattúrligt val í okkara partabrævaportefølju fyr 2026. Bankin kann vísa á eina góða gongd bæði í rakstri og partabrævagongd í 2025, sum er økt heili +71,2%.

Marknaðarvirði á partabrævinum er 51,1 mia.DKK. P/E er 5,8 og price/book er 0,64 (2024).

ABB er ein stór svensk og altjóða industrifyritøka við 111.000 starvsfólkum, og framleiðir og selur vørur innan ”electrificering”, ”robottar” osv. Ein stór og vælrikin fyritøka, sum kann vísa á góð úrslit og góða gongd á partabrævinum, sum er vaksið +15,7% í 2025. Marknaðarvirði er 136 mia.SEK.

P/E er 25,9 og forward P/E er 21,0. ROE (2024) var 28%.

Rockwool B er ein donsk fyritøka, sum framleiðir og selur bjálvingartilfarð v.m. Talið á starvsfólkum er uml. 13.000. Talan er um eina kenda og vælrikna fyritøku, sum kann vísa á rímuliga góða rakstrargongd síðstu árini. Partabrævið er tó í 2025 fallið -12,2%.

P/E er 14,3 og forward P/E er 15,2. ROE (2024) var 19%.

DSV er eitt danskt flutnings og logistik felag sum arbeiðir við flutningi um allan heimin. Felagið er vaksið munandi í 2025 tá felagið keypti DB Schenker. Góð útlit eru um framhaldandi rakstrarvøkstur árini framyvir sambært felagnum og greinarum.

Partabrævakursurin er í 2025 vaksin við +5,3%. Marknaðarvirði á DSV er 381 mia.DKK.

P/E er 29,7 og forward P/E er 21,8. ROE (2024) var 11%.                 

Novo Nordisk B er donsk altjóða heilivágsfyritøka og er eisini størsta børsnoterað danska fyritøkan við marknaðarvirði á heili 1.105,5 mia. DKK og yvir 78.000 starvsfólkum.

Árið 2025 tá hugt verður eftir kursgongdina hevur verið sera vánaligt har partabrævið er fallið heili -47,6%. Rakstrargongdin síðstu árini hevur tó verið góð við t.d. ársúrslitið í 2024 á 101 mia.DKK. 

P/E er 29,4 og forward P/E er 22,4. ROE (2024) var heili 81%.

Tað eru fleiri greinarar sum meta at Novo Nordisk kann fáa eitt ávíst ”comeback” í 2026. Tí velja vit at hava Novo Nordisk í okkara partanbræva-samanseting uppá longri sigt.

SIEMENS AG er ein týsk altjóða industrifyritøka og holdingfelag, sum virkar innan ”automation”, ”elektrification”, ”mobility” og ”healtcare”. Talan er um eina risastóra fyritøku, við 318.000 starvsfólkum, og marknaðarvirði á 147 mia. EUR. Rakstrargongdin hevur verið góð síðstu árini og partabrævakursurin í 2025 er øktur +26,8%.

P/E er 18,4 og forward P/E er 17,4. ROE (2024) var 17%.

Tað eru nógvir alheims greiningarfyritøkur sum viðmæla keyp av Siemens.               

GN Store Nord er ein stór donsk fyritøka, sum framleiðir og selur vørur innan oyratelefonir, audio og medical útgerð. Tað starvast 7.500 starvsfólk í fyritøkuni og marknaðarvirði er 19,5 mia. DKK. Partabrævið er tó fallið -20,5% í 2025.

P/E er 29,7 og forward P/E er 11,0. ROE (2024) var 10%.

ISS er ein donsk altjóða fyritøka innan reingerð og hevur meira enn 325.000 starvsfólk í starvi.

Marknaðarvirði á fyritøkuni er 36,5 mia. DKK. Partabrævið er vaksið heili +65,4%i 2025.

P/E er 11,7 og ROE (2024) var 25%.

D/S Norden er eitt danskt shipping felag, sum virkar altjóða innan bulk og produkttank/olju og reka umleið 250 bulk og tangaskip.

Marknaðarvirði á fyritøkuni er 7,2 mia. DKK. Partabrævið í D/S Norden er hækkað +18,8% í 2025.                                                                                         

P/E er 4,7 og forward P/E er 5,2.  ROE (2024) var 13%.

Aðrar greinar um íløgur í partabrøv

Gongdin á ymiskum partabrævamarknaðnum higartil í 2025
Um partabrøv 2: Íløgumøguleikar í partabrøv
Um partabrøv 1: Íløgumøguleikar í partabrøv


--

Ábyrgdarfráskriving

Vit skulu boða frá at hvørki ráðgevararfelagið Nira, undiritaði ella Portal.fo kunnu ábyrdast á nakran hátt um lesarin velur at fylgja teimum íløgum, sum vit vilja vísa á í komandi greinum, og um gongdin eitt tíðarskiftið ikki verður nøktandi.

--

[object Object]
Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur
Ráðgevarafelagið Nira Sp/f

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder