Innanlands

Tveir liggjandi gestir og seks fráboðanir um vindskaðar

Og ein fekk skaða av fýrverki

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-01-01 09:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum heild hevur verið friðarligt hjá løgregluni nú vit fóru fúkandi inn í 2026.

Í býnum var ikki nógv fólk. Kortini var ein sum gekk og rópti og ikki skikkaði sær ordiligt. Hann varð tikin við á støðina og har er hann enn. Og tað verður hann til hann vísir, at hann dugir at uppføra seg, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini nýggjársmorgun.

Løgreglan var í Vágum eftir einum, sum heldur ikki megnaði at uppføra seg ordiligt. Hann endaði í brummuni, og tað verður hann eina løtu afturat. Annars var nakað av húsaófriði, men einki álvarsligt.

Seks fráboðanir hava verið um storm og vindskaðar líka av Sandi norð á Viðareiði. Men vindurin var kortini ikki so nógvur, at fólk ikki skutu nýggja árið inn.

Tí á midnátt var fitt av fýrverki, og tað var eisini ein, sum var komin ov nær einum fýrverksbattaríi og hevði brúk at koma undir læknahond. Sjúkrabilur var sendur á staðið, sigur løgreglan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder