![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Avlurting. Tað hevur seinastu tíðina verið frammi - serliga tí danska fregnartænastan hevur seinastu vikurnar verið í ljósmála í sambandi við ymisk mál.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur verið á fundi við danska verjumálaráðharran fyrr í mánaðinum. Har varð gjørt greitt, at landstýrið vil hava neyva kunning um føroyingar ella okkurt ið hevur við Føroyar at gera í samband við málið um donsku fregnartænastuna.
Hetta kemur fram í svarinum hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, uppá skrivligan fyrispurning frá Kristinu Háfoss, tingkvinnu, um møguliga avlurting.
Landsstýrið hevur ikki fingið nakra fráboðan frá donskum myndugleikum um, at føroyskir borgarar ella vinnufyritøkur í Føroyum hava verið avlurtað, ger Bárður á Steig Nielsen greitt.
- Fyri at verja seg fyri avlurting og aðrari njósning arbeiðir landsstýrið miðvíst við at hava so góða og dagførda KT-trygd, sum til ber. Landsstýrið arbeiðir eisini við at uppraðfesta nettrygdina í Føroyum. Harafturat verður arbeitt við mannagongdum í sambandi við viðgerð av viðbreknum upplýsingum og øðrum átøkum, ið hava til endamáls at minka um váðan fyri avlurting”, svarar Bárður á Steig Nielsen millum annað.
Til ber at síggja svar løgmans her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald