Broyttar umstøður gera, at eingin framleiðsla av rótabrygginum verður í ár.
-Vit í Dímun, hava glett okkum til at menna eitt nýtt árgangsbryggj av Mai. Vit høvdu tikið støðu til ávísar tillagingar við rótabrygginum, sum vit vóru spent at lata út á marknaðin.
-Tó hava umstøður gjørt at hesar ætlanir, verða at bíða til næsta ár.
Okkara starvsbrøður á Okkara skriva soleiðis:
-Vegna sera óstøðugar tíðir, bæði í samband við korona og eigaraskiftið, megna vit ikki at arbeiða víðari við Dímunar Mai í 2020. Heilt einfalt er einki pláss í bryggjætlanin í ár, til at vit kunnu menna Mai víðari. Nú framtíðin er fingin uppá pláss vóna og vænta vit, at vit kunnu arbeiða víðari við hesum í 2021.
-Vónandi verður møguleiki at menna árgangsbryggið í 2021, soleiðis at vit fáa møguleikan at gera ætlaður tillaginganar við Mai.
-Vit á Dímunargarði eru sera fegin um góðu móttøkuna, Maj hevur fingið. Sølan hevur gingið sera væl, og bert fáar fløskur eru eftir á goymslunum.
-Mai fæst framvegis í Rúsdrekkasølunum og tax Free á flogvøllinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald