Mentan

Eingin G! Festivalur í ár

– Vit á G! mugu við harmi ásanna, at tað er ikki ráðiligt at hava festival í summar

2020-05-29 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Eftir at hava fylgt gongdini við koronasmittuni, týddi alt meira og meira uppá, at tað fór at verða ein avbjóðing at hava festival. Eftir seinastu fráboðanina frá landstýrinum, er avgjørt at avlýsa festivalin í ár.

Soleiðis siga fyriskiparar handan G! Festivalin á heimasíðuni í dag.

– Hetta er ein tung avgerð at taka, men øll hava vit ábyrgd at ansa eftir hvørjum øðrum, og vit á G! mugu við harmi ásanna, at tað er ikki ráðiligt at hava festival í summar.

Tá hjálparpakki 3 er samtyktur verður kunnað nærri um møguligt endurgjald viðvíkjandi atgongumerkjum og hvat hetta merkir fyri framtíðina hjá festivalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder