Innanlands

Eingin grind til Eysturkommunu

Kommunan var ov sein at taka av tilboðnum um grind, sigur sýslumaður

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-14 15:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í dag varð boðað frá, at stóra grindin, sum legði beinini í Fuglafirði í gjár, skuldi býtast í dráps- og heimapartar, og at m.a. kommunur í Sandoynni og Eysturoynni skuldu fáa burturav.

M.a. hevur verið fráboðað, at Eysturkommuna hevði tikið av tilboðnum um grind, men kommunan fær ongar heimapartar kortini.

– Vegna eina misskiljing verður eingin grind deild til Eysturkommunu í dag, skrivar kommunan á Facebook.

Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoynni sigur við Portalin, at orsøkin er, at kommunan var ov sein at taka av tilboðnum um grind.

– Vit bjóðaðu teimum at koma at fáa grind men hoyrdu ikki aftur frá teimum, og grindin kundi ikki liggja og bíða, so onnur tóku av, sigur hann.

Sýslumaðurin sigur, at Sjóvar kommuna, Runavíkar kommuna og kommunurnar í Sandoynni hava fingið grind, og so eru fólk eisini komin ymsastaðni frá at fáa sær.

– Tað var nóg mikið av grind. Endamálið var at fáa býtt alt, og tað eydnaðist, sigur Jacob Vestergaard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder