Uttanlands

Eingin koppseting merkir skráseting í Spania

Einki krav er um koppseting, men spanskir myndugleikar fara at skráseta øll, sum velja at lata vera við at koppseta seg fyri koronu

2020-12-29 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin verða fyrstu persónarnir í Føroyum koppsettir móti covid-19. Tað eru ikki øll, ið fara at lata seg koppseta: Beint yvir ein triðingur - 36 prosent - ynskja ikki/ivast í at verða kopsett. Høvuðsorsøkin er ótti fyri hjáárinum. Hetta vísti ein kanning hjá Spyr.fo stutt undan jólum.

Les eisini: 
100 føroyingar fáa sproytuna í morgin
Føroyingar ikki líka stóran áhuga fyri koppseting sum danir

Í Spania vísur nýggj kanning, at 28 prosent ikki ætla at koppsetta seg. Eingin verður noyddur at koppseta seg í suðurevropeiska landinum, har korona rakti serliga hart í vár, men syrgt verður fyri, at tey sum ikki lata seg koppseta verða skrásett sum tað.

Hetta sigur Salvador Illa, heilsumálaráðharri, við BBC. Tað verður ikki alment, hvør hevur fingið koppsetingina og ikki, men myndugleikarnir fara at hava alt hetta skjalfest.

Spania er í løtuni í topp-tíggju yvir skrásettar smittutilburðir.  522 deyðstilburðir vórðu skrásettur seinasta samdøgrið, sambært worldometers.


--

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder