2020-08-07 13:55
Í gjár skrivaði Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, at illgruni var um, at koronasmittaði hava vitjað svimjihøllina í Klaksvik.
Nú er tó greitt, at soleiðis var ikki. Svimjihøllin letur tó ikki uppaftur í bræði:
- Sum dagurin leið í gjár vísti tað seg tíbetur, at ongin koronasmitta kann staðfestast í samband við svimjihøllina í Klaksvík. Komandi dagarnar verður svimjihøllin sóttreinsað, og sum støðan er í samfelagnum í løtuni, verður ikki latið upp fyribils. Nærri kunning kemur, tá støðan broytist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald